Streymslit á Leiti
Í samband við vegarbeiði á Leitisvegi, verður streymveitingin slitin til húsini á vegnum í morgin, mikudag, frá klokkan 10:00 til 15:00.
Í samband við vegarbeiði á Leitisvegi, verður streymveitingin slitin til húsini á vegnum í morgin, mikudag, frá klokkan 10:00 til 15:00.
Vit vóna, at tit hava havt eitt framúr gott summar – nú er stundin komin at hittast aftur! Í kvøld letur Staðið upp aftur fyri ungdóminum, eftir at hava verið í summarfrí. Pauli Magnussen og hini dugnaligu starvsfólkini á Staðnum gleða seg at síggja øll aftur til ein vetur á tremur við hugna, tónleiki, kreativiteti,…
Aftur í ár eru Vestmannadagar, har vit í eina lítla viku varpa ljós á nakað av tí, sum kommunan hevur at bjóða. Vit gleða okkum at bjóða tykkum á Vestmannadagar og hava roynt at sett eina so fjølbroytta og spennandi skrá saman sum til ber. Við ídnum borgarum og einum virknum vinnulívi, sum bæði geva…
Fundur verður í bygdarráðnum mikudagin 26. august kl. 17 á kommunuskrivstovuni. Mál á skrá á almennum fundi: Tilmæli um broytingar í reglugerðini fyri Spælhúsið. Umsókn um stuðul til jólakonsert í Vestmanna kirkju Tilmæli um broyting í bygdarskipanini fyri matr. 276h Umsókn um keyp av lendi á matr. 155h Eykajáttan til útbygging av kirkjugarðinum Eykajáttan…
Nú verður hildið fram við at gera gongubreyt í Miðalsbrekku. Í hesum umfari verður gongubreyt gjørd frá ovasta parti av Hornavegi og yvir til brúnna, har Neslíð og Bjargalíð møtast. Í fjør fór kommunan undir at gera fyrstu gongubreytina í Miðalsbrekku. Tá varð gongubreyt løgd frá niðasta parti av Hornavegi og til barnagarðin Gjáarlon. Ætlanin…
Danski presturin, Ronald Risvig, heldur áhugaverdan fyrilestur í Vestmanna kirkju undir heitinum “Frá venjingarbúna til prestakjóla” mikukvøldið 19. august klokkan 19.00. Fyrilesturin er umleið hálvan annan tíma til longdar. Í steðginum verður ein drekkamuður at fáa í forkirkjuni. Ronald greiðir soleiðis frá: Fyrilestur um hin reyða tráðin í lívinum, sum eg kann lýsa hann gjøgnum…
Manshondbóltsliðið úr Odense, GOG, sum er í Føroyum um vikuskiftið í sambandi við nakrar venjingardystir, brúkti sín frídag í gjár í Vestmanna. Hópurin vildi fegin sleppa at fiska og tað var skjótt, at fimm útróðrarbátar úr bygdini vóru til reiðar at fara ein túr við teimum. Veðrið var av tí allar besta, hýrurin var góður…
Gamli skúli, sum vit kenna hann, fer í søguna Í hesum sambandi verður skúlin opin fyri almenninginum sunnudagin 16. august. Tá kunnu øll áhugað ganga sær ein seinasta túr eftir teimum kendu gongunum, hyggja inn í floksstovurnar og finna gomul minnir framaftur. Fólkaskúlin í Vestmanna hevur eina ríka søgu. Gamli skúli hevur verið karmur…
Í dag byrjar nýggja skúlaárið og tað merkir, at nógv børn aftur vera at síggja á veg í og úr skúla. Millum teir áleið 180 næmingarnar í Vestmanna skúla, eru 14 børn, sum fara í skúla á fyrsta sinni. Tey eru smá á vøkstri og hava tí avmarkað sýni og síggjast harvið heldur ikki so…
Ein nýggjur avloysari er byrjaður í læknaviðtaluni í Vestmanna. Frá í dag av, 10.august, og fram til og við fríggjadagin 30. oktober, er tað læknin Daniel Sabroe, sum skal arbeiða í Vestmanna.