Aftur í ár eru Vestmannadagar, har vit í eina lítla viku varpa ljós á nakað av tí, sum kommunan hevur at bjóða.
Vit gleða okkum at bjóða tykkum á Vestmannadagar og hava roynt at sett eina so fjølbroytta og spennandi skrá saman sum til ber. Við ídnum borgarum og einum virknum vinnulívi, sum bæði geva sítt íkast og taka lut í døgunum, kunnu vit aftur í ár bjóða eina spennandi og rúgvusmikla skrá.
Dagarnir verða skotnir í gongd mikudagin 2. september við sangi og litrenning, og hildið verður fram til sunnudagin 6. september við alskyns tiltøkum fyri bæði stór og smá.
Bakkavegur verður fyri tað mesta karmur um Vestmannadagarnar, har m.a. konsertir, framsýningar, kappingar og framløgur verða á skránni. Tó verður hildið fast í siðvenjuni, har vinnan og aðrir aktørar, sum halda til inni á Fjørð, bjóða á gátt fríggjadag.
Leygardagurin er rúgvumiklasti dagurin, har vit sum vanligt byrja við stóra morgunmatarborðinum í høllini. Síðan verður ein heilur dagur við tiltøkum og virksemi fyri allar aldursbólkar – heilt út á náttina.
Vit gleða okkum til nakrar góðar og hugnaligar dagar við tónleiki, mentan, mati, undirhaldi og góðum felagsskapi – og vóna at síggja nógv fólk á Vestmannadøgunum.
Skráin kann síggjast við at trýsta á myndina niðanfyri. Møguleiki er eisini at koma á gátt í kommunuskrivstovuni eftir skránni í pappírsformi.
Alt í skránni er ókeypis, undantikið har kostnaður ella søla er upplýst.








