Hugnaliga Spælhúsið á bedingini, sum vanliga verður brúkt til tiltøk hjá Vestmanna kommunu og av felagsskapum í bygdini, kann nú eisini leigast av privatpersónum.
Hølisviðurskiftini hjá kommununi eru avmarkaði komandi tvey árini í samband við skúlabyggingina, tí Silkienni og Miðhøllin, ið fólk hava kunnað leiga, nú verða brúkt til onnur endamál.
Tí hevur bygdarráðið valt at broyta reglugerðina í Spælhúsinum, so tað kann leigast til føðingardagar, veitslur o.a. Spælhúsið er tó eitt munandi minni høli enn Silkienni og Miðhøllin.
Onnur høli eru eisini í bygdini, sum til ber at leiga, eitt nú Miðnám, Fair Isles Distillery og Fjørðukrógvin.
Broytta reglugerðin fyri Spælhúsið sæst her.







