Vestmanna Kommuna hevur fingið áheitan frá bussførarum hjá Bygdaleiðum um at heita á fólk at ansa eftir, hvussu tey parkera – serliga tá kavi er.
Tað er serliga á Niðara vegi – á Mørkini – og á Ovara Vegi við vegamótið til Fjalsveg, at trupulleikar eru hjá bussinum at sleppa fram við parkeraðum bilum.
Hetta er ein vinarlig áheitan á fólk um at ansa eftir, tá tey parkera – um pláss ikki er til buss ella annað størri akfar at koyra fram við, verður heitt á fólk um at parkera aðra staðni.