Fríggjadagin 29. november verður jólatræið tendrað á Reyða Torginum. Aftur í ár fara vit at hugna okkum við m.a. føgrum tónum frá skúlahornorkestrinum og barnakórinum. Mentanarforkvinnan Laila Haldansen bjóðar øllum vælkomin og við hjálp frá børnunum, tendrar hon jólatræið. Røðarin hesaferð verður okkara dugnaligi varðaskúlastjóri, Elin Maria Olsen.
Skráin fyri dagin:
Kl. 16:45 Skúlahornorkestrið spælir, meðan fólk koma saman. Kl. 16:50 Vestmanna Hornorkestrið spælir, meðan fólk koma saman. Kl. 17:00 Laila Haldansen, forkvinna í Mentanarnevndini, bjóðar vælkomin og greiðir stutt frá skránni. Hon biður øll børnini hjálpa sær at tendra jólatræið við at telja upp í trý.
Hornorkestrið spælir nakrar sangir.Kl. 17:30 Elin Maria Olsen heldur røðu. Vestmanna Sangkór syngur nakrar sangir. Barnakórið syngur og skipar fyri dansi rundan um jólatræið. Tey syngja m.a. “Nissumamma og nissupápi”, “Føgur er foldin”, “Lítla fitta nissa mín” – tá ið vit byrja upp á Lítla fitta nissa mín aðru ferð, koma jólamenninir og nissurnar í brandbilinum við jólapakkum til børnini.
7. flokkur bjóðar bollar og kakao uttanfyri Staðið. 8. flokkur hevur tombola, selur kaffi, te og annað gott í kjallaranum hjá Nikolinu.
Øll eru hjartaliga vælkomin til eina hugnaliga løtu, har vit saman seta hol á jólahátíðina í Vestmanna!