Væleydnað Válan í Vestmanna 2022

Válan í Vestmanna er nú farin afturum. Fimm ymisk støð vóru leygarkvøldið 23. apríl 2022 pallar til fimm sera ymisk tónleikanøvn. Dupultkvartettin í Ebenezer, Lena og Niclas, Jens Marni Hansen, Høgni Lisberg og Frændur. Pallarnir vóru í Kirkjuni, í Vektarbúðini, á Disvoy, á Staðnum og í Silkienni.   Takk fyri hesaferð. Myndir síggjast her

Broyting í reglugerðini fyri kirkjugarðarnar

Vestmanna Bygdarráð samtykti á fundi tann 30. mars 2022 tilmæli frá Trivnaðar- og umhvørvisnevndini og ummæli frá Kirkjuráðnum um broyting í reglugerð fyri kirkjugarðarnar. Broytingin fevnir um, at D. Festibræv §8, stk. 1, í reglugerð fyri kirkjugarðarnar í Vestmanna verður broytt soleiðis, at ein maki kann jarðast í somu grøv sum maki sín.   Tað…