Vevmynd av Vestmanna

Fleiri hava saknað at síggja vevmyndir úr Vestmanna, serliga fólk ið hava tilknýti til bygdina. Vestmanna kommuna hevur í dag sett vevmyndatól upp. Við hesum, ber til at síggja vakra útsýnið av bygd okkara.   Vevmyndin er á heimasíðuni undir vevmyndir. Tú kanst eisini síggja myndina niðanfyri.