Roknskaparleiðari til Vestmanna kommunu

Vestmanna kommuna søkir eftir roknskaparleiðara at byrja 1. mars 2024.   Talan er um eitt sjálvstøðugt og fjøltáttað starv, har tú sum roknskaparleiðari kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við stovnar í kommununi og politiska myndugleikan.   Arbeiðsuppgávurnar eru m.a., at: gera fíggjarætlan, mánaðarroknskap og ársroknskap umsita dagliga bókhaldið, roknskapararbeiðið og fyrifallandi skrivstovuuppgávur gera tilfar…