Gott nýggjár
Vestmanna kommuna ynskir øllum eitt gott og eydnuríkt nýggjár, við tøkk fyri brátt farna árið. Sum vant príða blikkamennirnir bygdina við blikkum og kl. 23:30 skjýtur ein áhugafelagsskapur fýrverk á kaiøkinum við Havnaskrivstovuna, har tað sæst væl úr allari bygdini. Vestmanna kommuna stuðlar báðum tiltøkunum.