Í gjár fingu 22 starvsfólk innan eldraøkið prógv sum demenssamskipari.
Tað er VEKS, sum er kommunala eldrasamstarvið millum Vestmanna, Eiði, Kvívík og Sunda kommunu, ið hevur tikið stig til útbúgvingina.
Átta av teimum 22, sum hava luttikið á útbúgvingarskeiðnum og lokið prógv, starvast í VEKS, meðan hini eru úr fimm øðrum kommunalum samstarvsøkjum.
Ein teirra er Jórun Kristensen. Hon arbeiðir sum heilsurøktari á eldrasambýlinum í Hvalba.
– Eg havi fingið ómetaliga nógv burturúr. Eg skilji sjúkuna betur, og eg havi fingið vitan og amboð, sum eg kann brúka í mínum arbeiði. Sum demenssamskipari havi eg fingið førleikar at skipa mannagongdir, og at geva øðrum starvsfólkum vitan um økið, sigur hon.
Birgitte Vølund hevur staðið fyri útbúgvingarskeiðnum. Hon er master í eldrafrøði og hevur undirvíst í demens í meira enn 30 ár.
– Demens er vitanartungt økið, og avbjóðingarnar eru ymiskar innan demensrøkt. Tað setur stór krøv. Vitanin og kunnleikin um demens hevur av somu orsøk avgerandi týdning, so tey, ið eru rakt av minnissvinni, verða møtt á rættan hátt, og at virðilig kor eru fyri tey og teirra avvarðandi, sigur hon.
Síðsta stigið í útbúgvingini var próvtøka, har ein skrivlig uppgáva skuldi leggjast fram við støði í ástøði og royndum frá egnum arbeiðsplássi. Framløgurnar vóru hugtakandi og nógv kveikjandi og lærandi kom fram.
Størsti parturin av demensumsorgan og tilboðum eru í nærumhvørvinum hjá borgarunum, sum kommunalu samstarvsøkini fyrisita.
Formaðurin í VEKS, Jógvan Kruse, heldur tað vera umráðandi at tryggja, at tilboðini og fyriskipanirnar eru bygd á holla og dagførda vitan.
– Við hesari vitan og at starvsfólkini javnan kunnu nema sær nýggjar førleikar, styrkja vit vitanina í Føroyum innan økið, og tað kemur teimum raktu, teirra familjum og samfelagnum til góðar, sigur hann.
VEKS og Vestmanna kommuna ynskja øllum hjartaliga til lukku við próvnum.