So seta vit røslu aftur á breddan í Vestmanna.
TÝSDAGUR 22. JUNI
19.00 Heilsufótbóltur á skúlaplenuni
MIKUDAGUR 23. JUNI
13.00-17.00 Ítróttahøllin er opin til frítt spæl. Minnið børnini á at fara væl um og at rudda upp eftir sær
17.00 Eldraguðstænasta við Mariu Summers Nolsøe
18.00-21.00 Badminton og borðtennis í ítróttahøllini. Ketjarar og batt eru til láns
HÓSDAGUR 24. JUNI
19.00 Heilsufótbóltur á skúlaplenuni
LEYGARDAGUR 26. JUNI
18.00 Flaka- og jollurógving við John´sa brúgv. Tann við koolasta flaka ella jollu vinnur ein kassa av sodavatni
19.00 Jóansøkubál við John´sa brúgv. VÍF grillar og selir pylsur v.m. Felagssangur verður eisini á skránni
SUNNUDAGUR 27. JUNI
14.00 Svimjing í Fossá. Vit fara eisini at rudda steinar úr góðum hylum
MÁNADAGUR 28. JUNI
13.00-17.00 Ítróttahøllin er opin til frítt spæl
19.00 Sirkulvenjing á venjingarøkinum, har Geilin stóð
TÝSDAGUR 29. JUNI
18.00-21.00 Badminton og borðtennis í ítróttahøllini. Ketjarar og batt eru til láns
19.00 Heilsufótbóltur á plenuni
MIKUDAGUR 30. JUNI
19.00 Gongutúrur niðan í Gjónna. Møtið á brúnni við viðarlundina
HÓSDAGUR 1. JULI
19.00 Heilsufótbóltur á skúlaplenuni
FRÍGGJADAGUR 2. JULI
21.00 Gongutúrur niðan á Loysingarfjall. Møtið við vindmyllurnar. Hetta er ein lættur túrur, men síðsta strekkið niðaná, kann vera tungt fyri summi. Túrurin er áleið hálvanannan tíma
LEYGARDAGUR 3. JULI
09.30 Ruddingardagur. Møtið á Torginum. Kommunan bjóðar morgunmat
SUNNUDAGUR 4. JULI
15.00 Havatúrar. Ymsir vakrir havar í bygdini verða vitjaðir. Møtið oman fyri skúlan.