Fyrr í ár fekk borgarstjórin vitjan av 7. flokki (nú 8. flokkur) í Vestmanna Skúla. Endamálið við vitjanini var at læra eitt sindur um hvat uppgávan hjá eini kommunu er.
Bjørg á Rógvi, borgarstjórin nýtti samstundis høvi til at spyrja hesi ungu, um tey høvdu nøkur ítøkilig ynski til kommununa og smæddust tey ikki burtur.
Um summarið síggjast fleiri hundrað børn spæla í Fossá, harímillum eisini tey í 7. flokki. Eitt sum tey søgdu seg mangla, var eitt skiftingarrúm, tí at tað kann vera langt at renna heim í vátdrakt.
Vestmanna kommuna hevur endurnýtt busskýlið í Heygagøtu, sum nú er umbygt og stendur inni við Fossá, klárt at brúka sum skiftingarrúm komandi summar.
Tey ungu fortaldu eisini borgarstjóranum, at tey ynsktu, at telduspølini í Ungdómshúsinum Staðnum blivu dagførd. Hetta hevur Ungdómshúsið Staðið eisini lurtað eftir og eru telduspølini dagførd.
Ungdómurin er skilagóður, hevur góð hugskot og veit best, hvat teimum tørvar. Sjálvandi eigur kommunan at gera sítt til, at ynskini verða gingin á møti.