Á almennum fundi tann 31. mai 2021 varð ársroknskapurin hjá Vestmanna Kommunu fyri 2020 einmælt samtyktur
Vestmanna Kommuna brúkt minni, enn samlaði játtanarkarmurin tilskilaði. Raksturin var 5,0 mió. kr. minni enn ætlað, meðan løgurnar eru 1,7 mió. kr. minni enn ætlað. Samantalt viðførir hetta, at kommunan er 6,6 mió. kr. niðan fyri ætlanarkarmin, áðrenn inntøkur.
Fíggjarætlanin legði upp til, at samlaðu inntøkurnar skuldu verða 65,3 mió.kr., meðan roknskapurin vísir eina samlaða inntøku (netto) uppá 66,7 mió. kr., og er hetta 1,4 mió. kr. meira enn tað, fíggjarætlanin legði upp til. Hetta er samstundis ein øking uppá 0,6 mió. kr. í mun til 2019.
Meirinntøkan í kommunuskatti var 20 t. kr. Inntøkurnar frá felagsskatti vóru 322 t. kr. meira enn mett.
Úrslitið fyri 2020 er sostatt 8,0 mió. kr.
Nettoskuldin í mun til eina álíkning er fallin frá 0,83 í 2014, tá skuldin var hægst í tíðarskeiðnum 2014 – 2020, til 0,35 við árslok 2020, ið er á áleið sama støði sum við árslok 2017.
Ársroknskapin 2020 kanst tú lesa her.