Søkt verður eftir føstum avloysarum til dagstovnaøkið at møta til arbeiðis,
tá ið tørvur er á tí.
Í tí dagliga arbeiðinum leggja vit dent á:
- trivnaðin hjá børnum og starvsfólkum
- at skapa álit og tryggleika fyri børn og foreldur
- at vit eru ein grønur stovnur
Vit ynskja:
- at tú ert 18 ár ella eldri
- at tú hevur áræði at geva børnunum avbjóðingar í gerandisdegnum, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
- at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur
- at tú hevur førleika at arbeiða sjálvstøðugt
- at tú ert ágrýtin, jalig/-ur og nýhugsandi
- at tú ert við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið
Lønarviðurskifti
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Setanarøkið er dagstovnaøkið í Vestmanna Kommunu, sum er umfatað av stovnunum Gjáarlon, Látipípuni og Frítíðarstovuni.
Umsókn
Ert tú áhugað/-ur í at vera avloysari hjá okkum, kanst tú seta teg í samband við
Morið A. O. Gardy, leiðara, á tlf. 770 134 ella senda henni ein teldupost á mao@vestmanna.fo
Dagstovnaøkið í Vestmanna Kommunu er umfatað av stovnunum Gjáarlon, Látipípuni og Frítíðarstovuni.
Stovnarnir eru grønir stovnar, har ið dentur verður lagdur á at fara væl um umhvørvið – inni sum úti. Stovnarnir hava góðar umstøður – bæði innan- og uttandura.