Í dag var Bamsurenning í Vestmanna.
Børnini runnu og stuttleikaðu sær saman við eini sera væl upplagdari Bamsu, sum bæði dansaði, reiggjaði og hugnaði sær saman við vælnøgdu og fittu børnunum á dagstovnaøkinum í Vestmanna.
Bamsurenning varpar ljós á at øll børn eru vinnarar og øll fingu heiðursmerki.
Betri vinir – Fri for Mobberi er til, fyri at seta sjóneykuna á, at tað aldrin er okey at happa og at øll hava rætt til ein lut í felagsskapinum.
Sí fleiri myndir frá Bamsurenningini her