Síðan 2015, hevur Vestmanna Kommuna einans bygt við grønum orku loysnum.
Skrivstovan hjá Vestmanna Kommunu, læknamiðstøðin og frítíðarstovan koyra við grønari orku. Aðrir bygningar hjá kommununi hava hitapumpur, fyri at minka um co2 útlátið.
Nú er eisini fari undir arbeiðið, at leggja um til grøna orku, á Brandstøðini. Í løtuni er arbeiði í gongd, við at leggja um til jarðhita.
Áhugin fyri varandi orkukeldum økist og Vestmanna kommuna ynskir eisini at verða við, til at arbeiða fram ímóti einum reinari umhvørvi.