Vestmanna Bygdarráð samtykti á fundi tann 30. mars 2022 tilmæli frá Trivnaðar- og umhvørvisnevndini og ummæli frá Kirkjuráðnum um broyting í reglugerð fyri kirkjugarðarnar.
Broytingin fevnir um, at D. Festibræv §8, stk. 1, í reglugerð fyri kirkjugarðarnar í Vestmanna verður broytt soleiðis, at ein maki kann jarðast í somu grøv sum maki sín.
Tað vil siga, at reglugerðin verður broytt
frá:
Eftirlivandi hjúnafelagið hevur rætt til at fáa grøv undir liðini á hjúnafelaga sínum, men hann skal vissa sær henda rætt við festibrævi til grøvina.
til:
Eftirlivandi maki hevur rætt til at fáa grøv hjá maka sínum, men hann skal vissa sær henda rætt við festibrævi til grøvina.
At makar jarðast í somu grøv er ikki nakað nýtt í Føroyum, og hava tey góðar royndir við hesum aðrastaðni í Føroyum.
Vanligt er, at avvarandi søkja um festibræv. Hendan broyting merkir, at avvarandi, ið ynskja festibræv til kirkjugarðin á Knúgvum, framyvir fáa festibræv í somu grøv sum maki sín. Makin kann framhaldandi fáa festibræv undir liðini á maka sínum, kommunuskrivstovan skal einana hava boð um hetta, tá biðið verður um festibrævið.
Reglugerðin fyri Kirkjugarðarnar í Vestmanna kann lesast her