Í morgin 2. mai 2024 koma sjálvboðin til Vestmanna at arbeiða framvið Fossá.
Tað er í samband við ‘Closed for Maintenance, Open for Voluntourism’ átakið, sum Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið.
Í Vestmanna fara tey at gera eina gøtu frá ovaru brúgv um Fossá og niðan til demningin hjá Ólavi á Heygum, sum var byrjanin til vatnorku í Føroyum.
Nógv bygdarfólk og ferðafólk hava stóra gleði av Fossá og ikki minst børnini, sum meir ella minni búgva í ánni alt summarið.
Átakið var fyrstu ferð í 2019. Hetta er sættu ferð, at Visit Faroe Islands skipar fyri átakinum, har sjálvbodnir føroyingar og útlendingar eru við.
Les meira um Closed for Maintenance her