Søkt verður eftir:
Deildarleiðara til Heimið á Grønanesi í Vestmanna og heimatænastuna í økinum
Starvsbrøk 1,0
Vit ynskja at seta teg í starv sum er virkisfús/ur, avbjóðandi og kveikjandi, og sum megnar nógvar uppgávur í einum mennandi umhvørvi. Sum dugir at fáa onnur at gera sítt besta, og samstundis hevur virðing og atlit til rúmd og fak.
Tí tín uppgáva er fyrst og fremst at vera deildarleiðari í einum nýskipaðum bygnaði í VEKS, við stjóra og varastjora. Her gerst tú ein av 4 deildarleiðarum. VEKS hevur skipað seg við nýggjari strategi, sum miðar eftir at borgarin fær tænastuna í egnum heimi, og kann gera tað alt lívið.
Rehabiliterandi sjúkrarøkt, skipaðar venjingar og endurvenjingar, eru hugsjónarliga grundarlagið undir fakligu dygdini. Vit eru ein lærandi organisatión, og tú fær holla innleiðslu í hvussu arbeiðið verður skipað, og fær ávirkan á hvussu vit virka framyvir. VEKS fer í heyst upp í COSMIC-skipanina, og hevur júst fingið INTRA, sum innanhýsis samkiftispall.
VEKS veitir tænastur til borgaran eftir einum samskipaðum leisti (integreraðari skipan), har ymisku tænastueindirnar skulu virka í samljóði hvør við aðra.
Í VEKS ynskja vit at veita somu tænastu til sama tørv. Vit ynskja at møta borgaranum, har hann er á lívsleið síni; at stimbra likamliga, sálarliga og sosialt, soleiðis at borgarin varðveitir eini góð og innihaldsrík ellisár í egnum heimi.
Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar og persónligar avbjóðingar, har tú bæði kemur at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við m.a. leiðslu, starvsfólk, borgarar og avvarðandi teirra.
ARBEIÐSUPPGÁVUR:
- At mynda og dagføra sjúkrarøktar- og røktartænastur í samstarvi við aðrar fakbólkar
- At tryggja trivna og fakliga menning
- At samstarva í einum tvørfakligum og framálítandi umhvørvi
- At styrkja um tøkniligu møguleikarnar innan edraøkið.
FØRLEIKAKRØV:
- Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari e.l.
- Leiðsluútbúgving, ella skeið er ein fyrimunur.
- Góð samskiftisevni – bæði skriftliga og munnliga
- KT- førleika á brúkarastøði
SETANARVIÐURSKIFTI:
Starvið hevur tilvísing til varastjóran.
Starvið verður at seta pr. 1. september 2024 ella eftir nærri avtalu; og verður lønt á stigi 11 í galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafalagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
UMSÓKN:
Umsókn saman við prógvum, góðkenning, og CV skulu sendast til veks@veks.fo og viðmerkjast “Deildarleiðari til VEKS.
Umsóknarfreistin er fríggjadagin tann . 19. juli. 2024 kl. 12.00
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Helfrid Kruse Poulsen, varastjóra, tlf. 793259, ella við telduposti til veks@veks.fo.