Í dag var Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum saman við embætisfólki, á fundi við Vestmanna bygdarráð.
Til umrøðu var Vestmannatunnilin.
Vestmanna bygdarráð vísti á, hví tað hevur skund at raðfesta tunnilin til Vestmanna. Tosað varð millum annað um skeivu gongdina í fólkasamansetingini, og avbjóðingarnar vinnulívið hevur við núverandi farleið.
Eisini vísti bygdaráðið á, at tað er sera umráðandi at halda fast við uppruna ætlanina við einum tunnli úr Vestmanna til Leynar, fyri at trygdin hjá teimum, sum brúka farleiðina, verður so góð sum gjørligt.
Fundurin var góður, og segði landsstýrismaðurin seg væl skilja støðuna hjá vestmenningum.
Landsstýrismaðurin skal í næstum arbeiða við eini raðfesting av íløgum saman við politisku skipanini.
Dennis Holm lovaði at venda aftur eftir summarfrítíðina, og vissaði Vestmanna bygdarráð um, at Vestmannatunnilin ikki er langt vekk.