Royndarverkstovurnar eru av, dreyma toymið er sett, og hølini eru klár! Vit vilja bjóða ungum vestmenningum á Staðið til spennandi ítrivs møguleikar frá skúlarásbyrjan 2023. Sum kunnugt er Staðið í ferð við at mennast til eitt virkishús, har okkara evnaligu og eldhugaðu ungdómar fáa møguleikan at breiða seg alsamt meiri út.
Staðið fer í summarfríð 15. juli. Týskvøldið 15. august lata dyrnar uppaftur til eina spennandi innleiðslu- og samansjóðingar viku, har nýggir ungdómar og gamlir kenningar fáa ein brellbita av teimum verkstovum, tey kunnu melda seg til í heyst.
Staðið bjóðar til ungdómsráðsval!
Eftir summarfrítíðina fara vit at endurreisa ungdómsráðið. Hugsanin er, at allir aldursbólkar, ið hava aldur at vera í ungdómshúsinum, verða umboðaðir. Ungdómsráðið sleppur at umsita 10.000 kr árliga, sum kunnu brúkast til ymisk tiltøk, útgerð o.a., sum hækkar trivnaðin.
Ungdómsráðið er eitt gott høvi hjá ungum at seta seg við borðendan, fáa góðar royndir og sjálvi avgera, hvat Staðið skal brúkast til. Ráðið skal m.a. vera við til at útinna nýggju visjónini, ið fevnir um dagliga virksemið hjá ungdómshúsinum, umsita egna fíggjarætlan og sparra við starvsfólkini um, hvørji tiltøk skulu setast á skrá.
Nærri kunning kemur í august.