(Hendan greinin er dagførd og løgd út kl 16:21 viðv. positivur tilburður)
Dagstovnarnir halda fram at hava opið og veita tænastu í tann mun, tað letur seg gera. Tó hevur útibarnagarðurin Látipípan framhaldandi stongt hesa vikuna. Sí eisini her.
Í løtuni er ein smittutilburður í Gjáarlon. Í Gjáarlon verður eisini tikið atlit við at fylgja almennu tilmælunum og í minsta mun blanda stovurnar.
Sambært landslæknanum skulu børn, ið hava verið í beinleiðis sambandi við smittaðan persón, og ikki eru koppsett ella hava havt koronu, í sóttarhald og lata seg kanna skjótast tilber.
Kommunan hevur avgjørt, í samráð við landslæknan, at steingja “Kelduna” í Gjáarlon frá í morgun tann. 3. november, til svar uppá negativan test fyriliggur.
Kommunan harmast sjálvsagt um støðuna, men tekur øll neyðug atlit, so tilboðini skjótt kunnu gerast fult virkin aftur.
Hava tit spurningar, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Morten Hust Petersen, dagstovnaleiðara, á tlf. 770 130.