VEKS søkir eftir Eindar-/leiðara til Heimið á Grønanesi í Vestmanna og heimatænastuna í Vestmanna- og Kvívíkar kommunu, sum við likamligum, sálarligum ella sosialum førleikum, fyrisitingarligum innliti og góðum leiðsluhugburði, hevur hegni og áræði at vera partur av leiðsluni í VEKS. VEKS bjóðar eitt mennandi og týdningarmikið starv, har hvør dagur ger mun.
Um starvið
Høvuðsuppgávan hjá VEKS er at veita heildartænastu, bæði likamliga, sálarliga og sosialt við høvuðsatliti til, at borgarin er sjálvbjargin, og hevur lívsgóðsku í egnum heimi og í ellisbústaði.
VEKS veitir tænastu til borgaran eftir einum samskipaðum leisti, har ymisku eindirnar verða knýttar tættari at hvørji aðrari. Hetta krevur eina leiðslu, sum megnar at samstarva og samskipa, og sum hevur evnini at samskifta við leiðslu, starvsfólk, starvsfelagar, búfólk, brúkarar og avvarðandi.
Eindar-/leiðari setur geið og ítøkilig mát fyri fakliga støðinum í gerandisdegnum, sum eru merkt av at verða mennandi, fevnandi og meiningsfull. Leiðarin tryggjar, at virksemið í VEKS fylgir fyrisitingarligum mannagongdum og fakligum standardum, og rættartrygdina hjá búfólki og brúkarum.
Førleikakrøv
Hóskandi miðallong útbúgving, so sum sum sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari ella líknandi. Kunnleiki til-, og áhugi fyri leiðslu og fyrisiting eru ein fyrimunur, eins og kunnleiki til viðkomandi lógir, faklig krøv og standardir á økinum. Tað er umráðandi, at tú hevur áhuga fyri at leiða og menna starvfólkini, megnar at skapa eitt lærandi umhvørvi og hevur evni og førleikar at flyta VEKS inn í framtíðar røktarfakligar og tøkniligar arbeiðshættir.
Setanar- og lønarviðurskifti
Eindar-/Leiðarin fyri Heimið á Grønanesi í Vestmanna og heimatænastuna í Vestmanna- og Kvívíkar kommunu vísir til leiðaran fyri VEKS.
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið e.l.
Starvið er full tíð og verður sett skjótast til ber.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. og viðkomandi skjølum skal sendast til:
Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59
FO-350 Vestmanna
ella til teldupostadressuna: veks@veks.fo
Viðmerk: Leiðari
Umsóknin skal vera VEKS í hendi í seinasta lagi mánadagin 13. marts 2023 kl. 12.00.
Fleiri upplýsingar
Ynskir tú fleiri upplýsingar um VEKS, starvið og førleikarnar, ið krevjast, vísa vit til starvs- og persónsprofilin og heimasíðu okkara: Starvsprofilur / VEKS.fo
Eisini ber til at ringja til Niels A. Joensen, leiðara fyri VEKS á telefon nr. 260 552, ella skriva til teldupostadressu nielsj@veks.fo