Áleið 800 fólk savnaðust í morgun til felags morgunmatin í høllini, tá ið Ársins herðaklapp eisini varð avdúkað.
Bjørg á Rógvi, borgarstjóri segði soleiðis:
Løtan er komin at avdúka hvør fær Ársins herðaklapp 2023.
Ímillum evnini sum vestmenningar hava instillað, sigur dómsnevndin – mannað av bygdarráðslimunum Sáru Jógvansdóttir, Eyðun Hansen og Inga Olsen – soleiðis um Ársins herðaklapp 2023:
Í sínum ungu árum var hon virkin í Ungmannafelagnum Geilini, í sjómanskvinnuringinum, í VÍF og í sjónleikaralívinum, sum tá var í bygdini.
Hóast hon sjálv er komin nakað til árs, fer hon av sínum eintingum við eldri til handils, koyrir tey trúføst til lækna, til Havnar, vitjar eldri borgarar í bygdini og gongur túrar við teimum. Hon er glað, blíð, fyrikomandi og altíð klár til eitt prát. Takk fyri tað, ið tú gert.
Ársins herðaklapp 2023 fer til Elisabeth Hummeland.
“Hetta hevði eg ikki væntað. Tað má vera tað størsta at blíva ársins Vestmenningur” – Elisabeth Hummeland