ENDURLÝSING
Søkt verður eftir 3 heilsurøktarum til Heimatænatuna í VEKS, at seta skjótast tilber
Talan er um trý spennandi størv, har tú at arbeiðir við heilsurøkt og verður upplærd í av veita sjúkrarøkt. Tú arbeiðir í toymi saman við sjúkrarøktarfrøðingi, øðrum heilsurøktarum, ergoterapeuti og demenssamskipara.
Starvsbrøkur 1,0 – ella eftir avtalu.
Starvið er í blandaðum vaktum, tó mest dagvakt. Um ynski er um fleiri skeivar vaktir, so ber til at finna út av hesum.
Arbeiðsstaður
Er á/út frá Røktarheiminum á Mørkini í Streymnesi. sum eisini fevnir um útiøkið í bygdunum í Sunda Kommunu á Streymoynni.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
Skipa og veita heilsufremjandi røkt.
Skipa fyri at búfólk hava ein virknan dagligdag.
Fylgja røktagongdum sum eru lagdar fyri borgarar.
Veita sjúkrarøkt t.d. sárskift og injektiónir eftir upplæring.
Umsita heilivág hjá borgarum út frá cosmic (m.a. oysa upp, efitrhyggja skamtan).
Skjalfesta heilsurøkt og útynta sjúkrarøkt
Veita palliativa røkt og sjúkrarøkt sambært røktarætlan.
Arbeiða tvørfakligum í toyminum.
Vegleiða avvarðandi og starvsfólkum í heilsurøkt.
Luttaka samrøðum við borgarar og avvarðandi.
Vegleiða lesandi.
Førleikar
Prógv og góðkenning sum heilsurøktari
Góðan telduførleika
Megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn
Hevur góð evnir at samskifta
Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
Koyrikort til persónbil
Vit vænta at tú hevur áhuga at arbeiða innan eldraøkið, at viðvirka til at eldri fáa ein virknan dagligdag hóast aldursbroytingar. Hevur áhuga at arbeiða við kliniskum røktaraarbeiði, áhuga í at blíva upplærd at veita sjúkrarøkt (sárrøkt, injektiónir o.l) og hevur áhuga í at viðvirka til, at menna røktina til eldri.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við arbeiðsstaði út frá omanfyri nevndu støðum.
Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til
veks@veks.fo
ella
Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59
FO-350 Vestmanna
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 16.02.2023 kl. 12:00.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til:
Anniku Torbjarnardóttir, eindarleiðara á Røktarheiminum á Mørkini, á tlf. 793251
Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv ímillum Vestmanna- Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu.
Nærri lýsing av virkseminum sæst á heimasíðu okkara www.veks.fo