Vit sóknast eftir einum ágrýtnum, jaligum og hugskotsríkum ergoterapeuti til Heimatænastuna í VEKS.
Arbeiðsstaður: Út frá Heiminum á Grønanesi í Vestmanna.
Starvsbrøkur: Starvsbrøkur 1,0 ella eftir nærri avtalu.
Byrjunardagur: Byrjunardagur skjótast tilber.
Tilvísing: Starvið hevur tilvísing til leiðaran í økinum.
Førleikakrøv
- Útbúgving og góðkenning sum ergoterapeutur.
- Góð samstarvs- og samskiftisevni.
- Vilja og evni at virka í einum tvørfakligum toymi.
- Evnir at arbeiða sjálvstøðugt.
- Hava lætt við at samskifta, bæði í bólki og við hvønn einstakan.
- Telduførleika á brúkarastøði.
- Koyrikort til persónbil.
Arbeiðsuppgávur
- Skipa og útinna venjing og ráðgeving v.m. bæði í bólkum og hjá tí einstaka borgaranum.
- Vera við til at menna strategisk, faklig og praktisk viðurskiftir innan tað terapeutiska økið.
- At stuðla undir, at eldri borgarar varðveita, menna ella endurvinna sínar virkisførleikar.
- Heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi venjingar og onnur átøk fyri eldri borgarar.
- Undirvísa og ráðgeva starvsfólkum, borgarum og avvarðandi.
- Vit kunnu bjóða
- Góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á, og verða partur av áhaldandi menning av tilboðum og tænastum.
- Dugnaligar starvsfelagar
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS. Arbeitt verður út frá Heiminum á Grønanesi.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Ergoterapeutfelagið.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.fo
ella
Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59
350 Vestmanna
Umsóknarfreist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin tann 12. september 2022 kl. 12:00.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til leiðaran í økinum:
Helfrid Kruse Poulsen á tlf. 793259 ella teldupost helfridp@veks.fo
Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv millum Vestmanna- Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu. Nærri lýsing av virkseminum sæst á heimasíðu okkara www.veks.fo.