Onnur viðgerð av fíggjarætlanini 2024 varð á bygdarráðsfundi í gjár.
Fíggjarætlanin varð einmælt samtykt á bygdarráðsfundinum hóskvøldið 23. novembur 2023.
Skattaprosentið fyri 2024 lækkar frá 21,25 til 21,15, og barnafrádrátturin hækkar úr kr. 5000 til kr. 5.500. Stovnsgjaldið, har foreldrini bert rinda fyri eitt barn, er óbroytt.
Øll fíggjarætlanin verður løgd út fyrst í desembur saman við frágreiðing um raðfestingarnar hjá bygdarráðnum.