Nú tá vit eru um at vera liðug við okkara arbeiði í bygdini, vilja vit siga stóra takk fyri okkum.
Vit vóna at vit ikki hava órógvað tann dagliga dagin ov nógv, og vóna, at tit fáa gleði av tí arbeiði, ið er gjørt síðan august 2023.
Vit hava einki annað enn stórt rós at geva vestmenningum, ið hava veri sera blíðir og ikki minst tolnir.
Vit vilja eisini veita eina stóra tøkk til alt arbeiðsfólkið hjá Vestmanna Kommunu, sum við sínari arbeiðsorku og vitan hava verið til sera stóra hjálp á nógvum økjum.
Nú fara vit runt bygdina at arbeiða við teimum snøklum, sum eru eftir.
Elektrikarar eru farnir í gongd við teirra arbeiði at leggja fipuri inn í hvørt hús.
Um tit hava spurningar, kunnu tit venda tykkum til tykkara telefon- og internetveitara.