Tað er Vestmanna Ítróttarfelag (VÍF) og VÍF Kappróður, ið standa aftanfyri fjarðastevnuna, sum í vikuskiftinum verður hildin í Vestmanna.
Nærri kunning um kappróðurin fæst á Facebook vanganum hjá VÍF Kappróður og á heimasíðuni hjá Róðrarsamband Føroya
Leygardagin tann 9. juli 2022
12:00 | Disvoy letur upp |
12:00 – 18:00 | Matsøla á keiøkinum. Kaffi, vafflur, toast, pylsur o.a. |
13:00 | Barnaróður |
13:00 – 15:00 | Krambúðin er opin. Søla av heimavirkaðari vøru í Johnsa handli. |
15:00 – 18:00 | FM Kappróður |
Steypahandanin verður á Torginum | |
19:00 | Ókeypis konsert við Ólavur á Váli í Vektarbúðini. |
23:00 | Live tónleikur í Disvoy. |
Broyting í skránni:
Vegna forfall er konsertin í Vektarbúðini broytt og Ólavur á Váli er komin í staðin.