Flaggdagshald verður uttan fyri Miðhøllina í Frammibø flaggdagin 25. apríl kl. 15.00.
- Laila Haldansen, forkvinna í Mentanarnevndini, bjóðar vælkomin.
- Magnus Gaard, stjóri í Miðnám, heldur røðu.
- Vestmanna Sangkór luttekur og vit syngja felagssang.
Beint aftaná sjálvt flaggdagshaldið verður flaggdagsrenning.
Renniteinarnir eru teir somu sum undanfarin ár og síggjast herundir.
Vestmanna Kommuna bjóðar vatn og frukt og somuleiðis ein drekkamunn við onkrum afturvið inni í Miðhøllini aftan á haldið og renningina.
Øll eru vælkomin.
Teinar til flaggdagsrenning