Flaggdagshaldið verður uttan fyri Miðhøllina í Frammibø kl. 15:00
Laila Haldansen, forkvinna í Mentanarnevndini, bjóðar vælkomin |
Sanna Bæk Hoydal framførir 2 sangir
Við sær hevur hon tónleikaran Janus Trúgvason |
Felagssangur: Sjá tú blánar |
Dánial Hoydal heldur røðu |
Felagssangur: Tú alfagra land mítt |
Eftir haldið verður Flaggdagsrenning. í Miðhøllini skipar 1. flokkur í Miðnám fyri tombola, meðan VÍF selur kaffi/te og køku.
Í Auluni verður framsýning av handaligum arbeiði, sum kvøldskúlin skipar fyri.
Øll eru vælkomin
Flaggdagsrenningin 2023
Aftur í ár verður Flaggdagsrenning í Vestmanna.
Til ber at tekna seg til renningina við at senda eini boð til Rakul Nielsen ella Bjørg Patursson umvegis messenger, ella á tlf.nr. 724 651 ella 219 099.
Viðmerk hvønn tein tú skalt renna og hvønn bólk tú skalt í.
Freistin at boða frá luttøku er mánadagin 24. apríl, kl. 12:00
Vestmanna kommuna bjóðar frukt og vatn aftaná renningina.
o
Ruta 1 byrjar frá skúlanum, inn eftir Ovara Vegi, runt um Magn, niðan gjøgnum Heygabrekku, Karamellubrekkuna og yvir á mál.
Ruta 2 byrjar frá skúlanum, inn eftir Ovara Vegi, runt um Magn, út eftir Niðara Vegi, fram við kirkjuni, niðan gjøgnum Gerðisbrekku, út á Stíggj, og heim aftur fram við Missiónshúsinum og til skúlan á mál.
Vatnpostar: ein postur verður tætt við Magn og ein á Gerðisvegi, har rennarar eisini fáa ein kross á hondina.
Bólkar: Børn (4-10 ár), Ung (11-16 ár) og vaksin (17-100 ár)