Hóast veðrið argaði eitt sindur við vátaslettingi, vóru nógv fólk samankomin uttanfyri miðhøllina, og har var bæði hugnaligt og gott lag á fólki.
Sanna Bæk Hoydal framførdi nøkur vælljómandi løg, Dánial Hoydal helt røðu, og vit sungu felagssang.
Rakul Nielsen og Bjørg Patursson stóðu fyri Flaggdagsrenning, VÍF hevði kaffisølu og 1. flokkur ùr Miđnám skipađi fyri tombola, og nógv fólk vóru eisini komin til framsýning hjá Vestmanna Kvøldskúla.
Stóra takk fyri ein hugnaligan dag øll somul, bæði øll tit, sum skipaðu fyri og tit, sum vóru gestir.
Her niðanfyri er røðan, sum Dánial Hoydal helt.
Góðu Vestmenningar
Fyrst vil eg takka fyri, at ein havnarmaður sum eg sleppi at halda flaggdagsrøðuna her norðuri í ár. Men man er skjótt við at gerast hálvur vestmenningur, nú man í nøkur ár hevur havt sín fasta arbeiðsdag her í Vestmanna og fingið ein alsk til staðið.
Giti, eg bleiv spurdur, tí eg eri stjóri í Faer Isles Distillery, nýggja distillarínum her í bygdini. Ongin loyna, at hetta er ein stak spennandi verkætlan her á staðnum og í Føroyum sum heild. Fari ikki at tosa alt ov nógv um Faer Isles men tó koma inn á ferðavinnuna her á staðnum, sum Faer Isles avgjørt er partur av.
Vit í Faer Isles uppfata okkum nokkso nógv sum pionerar, sum skapa ein nýggjan vinnuveg og nýtt virksemi her á landi. Tí hóskar tað sera væl at liggja í Vestmanna, sum á mongum økjum er ein pioner-bygd. Eg havi givið røðuni yvirskriftina “Turbinuturisma”. Boðskapurin er, at vit hava heilt serligar umstøður her í Vestmanna fyri at menna ta fyrstu grønu orkuferðavinnuna í Føroyum. Men hendan ferðavinna kemur ikki av sær sjálvum. Hetta vendi eg aftur til.
Um allan heim er stórur vøkstur í økoturismu, burðardyggari ferðavinnu og ferðavinnu til at vitja støð, har tey eru eydnast at gerast serliga umhvørvisliga burðardygg. Costa Rica er eitt undangonguland á økinum. Landið ætlar at gerast 100% kolevnis-neutralt, og saman við hópin av grønum ferðavinnutilboðum, lokkar hetta hópin av ferðafólki til landið. Tá tað fer at eydnast Føroyum at gera alla streymframleiðslu á landi grøna – ætlandi um bara 7 ár – verða Føroyar eisini eitt ferðamannamál á hesum økinum. Tá má Vestmanna vera klár.
Onki stað í Føroyum kann sigast at vera betur egnað at savna og gagnnýta eina slíka ferðavinnu. Vestmanna hevur altíð gingið undan, tá tað kemur til grøna orku. Her vórðu fyrstu royndirnar gjørdar at nýta vatnorku til streym, seinni vindorku og nú eisini sjóvarfalsdrekar og pump-storage skipan. Hví her? Tað eru eftir mínum tykki serliga tveir faktorar.
Fyri tað fyrsta leggur náttúran upp til tað: Nógv regn, stórar áir og fossar, stórir dalar, nógvur vindur, stórt uppland, góður streymur í sundinum. Hesar eru uttan iva nógv bestu umstøðurnar í Føroyum at gagnnýta grøna orku.
Fyri tað næsta fólkini. Tað er ilt at halda røðu um orku í Vestmanna uttan at nevna Ólav á Heygum. Hann var tann fyrsti, sum sá møguleikarnar – langt fyri sína tíð. Tað var heilt afturi í 1907, at hesin visionerurin gjørdi fyrstu royndirnar við vatnorku í Fossá. Hann stríddist eitt eljustríð í mong ár fyri at fáa eitt vatnorkuverk til at framleiða streym í Vestmanna. Óteljandi ferðir til Danmarkar fyri at skaffa fígging og líka nógvar umsóknir til løgtingið. Men hann møtti nógvum forðingum og mótstøðu og mátti at enda gevast.
Hann var somikið tíðliga frammi, at ongin hevði hoyrt um hvørki vatnorku ella el-megi tá. Tað hevði stutt frammanundan verið nevnt fyri fyrstu ferð í Føroyum í grein í blaðnum Búreisingi. Men tað var eisini nýtt aðrastaðni – hetta var bara trý ár eftir, at fyrstu lampurnar lýstu við el-orku í Danmark.
Men fyri júst 70 árum síðani, í 1953, kom so Fossáverkið, sum er ein varði í orkusøgu Føroya og eitt upplagt stað at sýna fram í sambandi við orku-turismu.
SEV varð stovnað í 1946, við sýslumanninum í Vestmanna, Gunnari Dahl-Olsen sum fyrsta formanni, og tað stendur enn í viðtøkunum hjá SEV, at “Heimstaður felagsins er Vestmanna.” Tað er ikki rættiliga í samsvari við umsitingarliga veruleikan í dag, men tað endurspeglar lyklastøðuna, sum Vestmanna altíð hevur havt sum grønur orkumiðdepil.
Pumpiskipan
Heilt nýtt í Føroyum er pump storage-skipanin, Mýruverkið II, sum nú verður gjørd á Mýrunum. Hon verður løgd her í Vestmanna, tí økið er nógv best egnaða staðið í landinum – her eru longu byrgingar, vindorka og turbinur.
Vatnorka er ein støðug orka, tá nóg nógv er til av vatni. Og nøgdirnar verða í framtíðini tryggjaðir júst við hesi pumpuskipanini í Vestmanna, har avlopsorka frá óstøðugu vindorkuni verður brúkt til at pumpa vatnið niðan aftur í byrgingarnar. Hetta er sera nýskapandi og verður ein attraktión í framtíðini. Byggingin byrjar í ár, so longu nú eigur man at hugsa inn, hvussu umstøður fyri vitjandi kunnu gerast.
Umframt at endurnýta vatnorkuna skal skipanin áhaldandi vera við til at tryggja javnvágina ímillum el-framleiðslu og el-nýtslu.
Mýruverkið II fer at hava líka nógva framleiðsluorku sum Sundsverkið. Men í mun til svarta, ljóta tungolju-slúkin á Sundi, verður hendan skipanin púra grøn. Mýruverkið II verður harumframt alt inni í fjallinum, so einans tunnilsmunnarnir verða sjónligir í lendinum. Ósjónligt og grønt – kann tað vera betri.
Men innan verður eitt risa helli, ið er 200 m til longdar, 18 m breitt og 14 m til hæddar, og man kemur inn gjøgnum ein 400 m langan tunnil. Til at leiða vatnið av Mýrunum verður gjørdur ein 900 m langur vatntunnil og ein 240 m djúp trykkskakt. Við fyrivarni fyri, hvat ber til vegna trygd, so er alt hetta sera spennandi attraktiónir!
Sjódrekar
Svenska felagið Minesto er millum fremstu feløg innan havorkutøkni. Saman við SEV gjørdu tey eina royndarverkætlan við sjóvarfalli í Vestmannasundi um ársskiftið 2019-20. Tað eru sonevndir sjóvarfalsdrekar, ið eru festir á botn, og sum framleiða el-orku burturúr havstreymi. Fyrsta el-orkan frá drekanum fór inn á netið hjá SEV í desember 2020, og nýliga frættist, at samstarvsavtalan er longd, og at partarnir eru sera væl nøgdir við úrslitini, so nú verður arbeitt við at seta enn ein 100KW dreka upp. Gjøgnumbrotið er komið, og vónirnar eru somikið bjartar, at partarnir vænta, at drekarnir kunnu nøkta ein stóran part – kanska 20% – av føroyska el-tørvinum í framtíðini.
Fyrimunurin við sjóvarfalsorku er, at sjóvarfallið er støðugt í mun til vindorku, vatnorku og sólorku. Harafturat hevur tøknin lítið árin á náttúruna og sæst ikki.
Annað
Men eisini nógv annað er hent á grøna økinum her í Vestmanna. Menn sum Harry Fonsdal og Eyðun Waagstein høvdu stórar ætlanir. Og Finnbogi Joensen bleiv kendur um alt landið fyri at halda framløgur um grøna orku. Hann arbeiddi saman við øðrum fyri at fáa sjóhita til Fiskivinnuskúlan og ellisheimið – aftur har kendi ongin nakað til grønu orkuloysnina, tá ein vestmenningur førdi tað fram. Høllin hjá Articon inni á Skála var tann fyrsti bygningurin við sjóhita í Føroyum – tað var helst við íblástri úr hugskotunum í Vestmanna. Sama við Boðanesheiminum í Havn. Skúli og dagstovnur her í bygdini vóru helst eisini teir fyrstu í landinum, ið gjørdust grønir.
Vit skulu framhaldandi vera pionerar her í Vestmanna og byggja land. Tað gera vit m.a. við at gera Vestmanna til ein miðdepil fyri grøna orku.
Vestmenningar skulu helst venja seg við enn meira grøna orku – størri byrgingar og útbygginar. Havi til dømis latið mær fortalt, at økið millum Vestmanna og Kvívík (úr Gassádali niðan á Høgareyn) er sera væl egnað til vindorku.
Men tað er ikki rætt, at ein einstøk kommuna bara skal geva og geva av síni náttúru til frama fyri grøna orkuskiftinum í landinum. Vestmanna hevur mist varkrar dalar, áir og líðir – Heljareygað var tiltikin vøkur. Vestmenningar eiga at fáa okkurt afturfyri at lata lendi og náttúru ferð eftir ferð.
Hetta er jú vanligt aðrastaðni. Í Danmark samtykti Fólkatingið í fjør at tvífalda vindorkuna á landi og tíggjufalda sólorkuframleiðsluna innan 2030. Størsta forðingin har er mótstøðan frá borgarum í kommununum, har grøna orkuframleiðslan skal staðsetast, og tí verður nógv tosað um, hvussu hesar kommunurnar skulu fáa endurgjald.
Vestmanna eigur at fáa betri samsýning – eina samsýning, sum eigur at verða brúkt til at gera umstøður at vísa fram grøna orku-undrið í Vestmanna, so bygdin kann fáa inntøkur haðani. Røkja vegir og bøta atkomu við annleggini, byggja permanentar framsýningar, útbúgva ferðaleiðarar osfr. Har eru eisini góðir stuðulsmøguleikar frá altjóða grunnum til júst tílíkt.
Vestmanna er ikki ein blindtarmur í Føroyum men grøna vónin. Tá øll streymframleiðsla í 2030 vónandi verður púra grøn, verða Føroyar sum nevnt eitt ferðamannamál av teirri orsøk. Tá eigur Vestmanna at vera høvuðsferðamálið fyri hendan partin av ferðavinnuni.
Økið inni á Fjørð er upplagt at brúka til framsýningar, t.d. um sjóvarfalsdrekar. SEV og Miðnámsskúlin eru beint við. Tætt við kemur Heljareygað oman, og har er ein kelda við 17 stig heitum vatni, ið skuldi verið gangnýtt. Her eru eisini bátarnir, ið fara Eystur undir Land – og hesir skuldu sjálvandi verið el-riknir, eins og tosað hevur verið um. Hugskotini eru óteljandi, og sum teir orku-pionerar, tit eru, er tað ikki tykkum at siga. Men hugskotini skulu mennast – ein ætlan skal gerast, so verulig tilboð til ferðafólk koma burturúr.
Møguleikarnir eru her. Men ikki bara taka tað fyri givið. Fólk fara ikki at koma her sum er. Tilboð skulu skapast og mennast. Tað skal konseptualiserast, so tað egnar seg at bjóða fram til ferðafólk. Annaðhvørt skal Vestmanna ognartaka hendan møguleika, ella fer onkur annar í Føroyum at gera tað.
Í Faer Isles hugsa vit longu um hetta. Vit arbeiða við eini sera nýskapandi verkætlan til orkugoymslu – eitt serføroyskt, termiskt battarí í samstarvi við Fróðskaparsetrið, Orkudeildina á Umhvørvisstovuni og danska DTU. Og vit skulu gjarna bjóða ferðafólkunum ein løgg, tá tey eru mett av at hoyra um turbinur, pumpuskipanir og sjódrekar! Og hvør veit, um ikki ein hitapottur, ein sauna og eitt vakstrarhús verður at síggja inni á Fjørð einaferð, ið eru upphitað av avlopshitanum frá whisky framleiðslu.
Takk fyri høvið og góðan flaggdag!