Góðu Vestmenningar
Stóra takk fyri hendan heiðurin og hetta høvið, at bera fram nøkur orð á hesum hátíðardegi fyri merkinum.
Júst hendan dagin fyri 82 árum síðan í 1940, varð merkið viðurkent sum okkara flagg av bretska hervaldinum. Jens Olivur Lisberg og aðrir góðir menn høvdu – meira enn tjúgu ár frammanundan í Keypmannahavn – teknað uppskotið til flagg, sum 20 ár seinni varð viðurkent av eingilskmonnum. Hetta kunnu vit alt lesa um í flaggsøguni og á wikipedia og tað man eisini vera endurgivið í so at siga øllum flaggdagsrøðum síðan 1940. Eg kundi gott endurtikið alla hesa spennandi søguna frá tí at tjóðin sum konstruktión tók skap í 19 øld og fram til annan veraldarbardaga, tá ið vit fingu okkara egna flagg, men tann søgan er sagd so ofta fyrr at eg fari ikki at troytta tykkum við tí.
Meira áhugavert á einum sovornum degi er eftir mínum tykki at spyrja seg sjálvan.
Hví hetta brennandi ynski – tá sum nú – um eitt merki, frámerki ella symbol til okkum føroyingar? Hvat symboliserar merki, ella sagt øðrvísi, hvat vil tað siga at vera ein føroyingur? og hví er tað so hátíðarligt, at vit hava ein slíkan offisiellan hátíðardag sum hendan, bara fyri at heiðra júst hesari søguni og
merkinum sjálvum.
Eg kundi stilla meg her at røða aftur og fram um tjóðskaparromantik og um tað frábæru tjóðina Føroyar, skapt inn í okkara hugaheim í Keypmannahavn seinast í 19 øld, men tað fari eg ikki at gera, tí fyri meg er tað nationala ella tjóðliga slet ikki ein ide ella ein tanki. Tað er eitt eksistensvilkor – mítt eksistensvilkor. Tað er soleiðis eg varð føddur á Frederiksberg hospitali 18. juli 1970.
Ein føroyingur, við øllum tí sum tað inniber. Og tað er – sum eg longu havi sagt – netup ikki nøkur ide – tað bleiv mítt vilkor, tí foreldrini hjá mær eru bæði tvey føroyingar. Tað nationala merkir tað viðfødda og tað viðfødda er fyrst og fremst íborið sum náttúra og síðan at vera barn av sínum foreldrum. Hetta er
tað ítøkiliga nationala. Man kann siga, at umframt tað sum náttúrusøgan legði í meg áðrenn eg kom úr lívmóðrini á mammu mínari, vóru tey fyrstu kerligu orðini eg hoyrdi føroysk og eg hoyri tey enn fyri mær sum ein innara sang, tí at bæði mamma og pápi tosaðu føroyskt við meg so hvørt sum mítt tilvit vaks og
seyg heimin í seg. Ljóðsveiggini, sum raktu trummuhinnuna, tá eg sat í fanginum á pápa mínum, meðan hann las úr onkrari bók, blivu til onkur gátufør mynstur í heilanum á mær, sum eru har enn. Mynstur sum seinni eru blivin mítt heilt serliga sansafiltur í lívinum, og mynstur sum eg upplivi enn hóast tey neyvan síggjast á einari CT scanning.
Eitt av kendu sitatunum hjá víðagitna tilveruspekinginum Søren Kierkegaard er:
“at sandheden er subjektiv og subjektiviteten er sandheden”
Tað sum hann vildi siga við hesum haldi eg var, at alt byrjar har. Í okkara heilt serligu uppliving og kenslu av tí, sum er rundanum okkum. Tað allarheilagasta, sum víðagitni heimspekingurin Gregory Bateson kallaði staðið har ikki eingongd einglar tora at fara, og okkara egni Rasmus á Háskúlanum lýsti hetta sama so vakurt sum lívsins duldu lóg. Markamóti ímillum heimin sum hann er í sær sjálvum og so okkara uppliving av honum. Vit kenna heimin áðrenn vit náa at hugsað um hann og lukturin av vátum grasi er ein kensla í kroppinum áðrenn tað verður ein tanki í høvdinum.
Nøkur ár seinni sótu vit øll eina summarnátt á Heiðavatni heima í haga í bjørgum. Mamma, pápi, eg og beiggjarnir hjá mær. Mamma og pápi hava altíð elska at ganga í haganum og tað kundi eisini vera um næturnar viðhvørt og vit dreingir máttu so bara fylgja við.
Og júst hendan náttin á Heiðavatni er brend inn á nethinnuna hjá mær. Ikki sum ein tanki, men sum ein kensla. Blikalogn, fuglaljóð, áartutl og so káta prátið millum foreldrini og ljóðið av smádreingjalótum fram við bakkanum. Eg dugi ikki at endurgeva kensluna rætt, tað krevur skaldagávur, men tað týdningarmikla í hesum samanhanginum er ikki lýsingin av kensluni, men at hon er har enn. Eitt tætt og fastvovið biokemiskt spor grógvið fast onkustaðni í mær.
Ikki tí – hetta kundi akkurát tað sama verið onkra aðrastaðni enn heima í haga í bjørgum.Tað kundi verið á Porkerisvatnið á Kirkjubøreyni ella úti í lónni í Saksun. Somu fuglaljóð, sami luktur av ong og mosagrótið, somu grønu litir og speglingin á vatninum sum kendist at røkka næstan inn í ævinleikan – eisini tann sama.
Kanska prátið hjá foreldraparinum hevði verið nakað øðrvísi um mamma var suðringur ella vestmenningur, men alt hitt neyvt tað sama.
Og hetta er tað sum allir føroyingar hava og eiga í felag um vit vilja hvørjum øðrum tað væl. Ongin, sum er vaksin upp í Føroyum við kontrastunum ímillum eina ódn av útsynningi í februarmána og eitt vakurt summarkvøld í logn er ómerktur av hesum. Ongin sum hevur sitið eina stilla nátt í haganum og hugt út í havsbrúnna ivast í stórleikanum og friðinum í náttúruni. Heimurin hjá okkum føroyingum filtreraður ígjøgnum okkara sansir og blivin til kenslur inni í okkum, sum bara listafólk koma nær í námind av at kunna endurgeva.
Og øll hendan upplivingin er jú til áðrenn vit náa at hugsað konstrueraða tankan um tjóðina. Tí sigi eg einaferð afturat, at fyri meg er tjóðin ikki nøkur konstruktión ella nakar ideologiskur heilaspuni. Tað er í grundini náttúran, tá ið hon – um vit vilja tað ella ikki – verður til náttúru inni í okkum. Og hetta er ikki nakað vit kunnu velja til ella frá. Hetta er bara sum tað er – eitt vilkor.
Og av hesari frábæru náttúruni í Føroyum hava Vestmenningar latið nógv til framburðin og felagskapin í Føroyum má sigast. Stóra takk fyri tað! Um tú hyggur niðan í fjøllini eru rør og byrgingar, hyggur tú út á fjørin eru aliringar og fóðurflakar. Gongur tú longur niðan í fjøllini, og hyggur niðuryvir øll vøtnini liggur órudd frá gomlum vinnuvirksemi og sløist allastaðni. Nógv virði kunnu gerast upp í pengum, men ikki øll fari eg at meina. Tað duga vit sum samfelag bara so ómetaliga illa at viðurkenna og lata endurspegla, har sum avgerðir verða tiknar um treytirnar fyri øllum framburðinum. Framburð vilja vit sjálvandi hava gamaní – men fyri einhvønn prís? tað haldi eg ikki! Spurningurin er tí ikki, um tað er for dýrt at rudda fóðurflakan burtur av víkum, men um tað er for dýrt fyri føroyingar yvirhøvur at ala á einum so vøkrum
fjarskotnum bletti.
Hevði kenslan á Heiðavatnið á sinni verið tann sama um ein GSM mastur stóð og surraði beint við síðunnar av okkum og hevði tað skapt eina varandi kenslu um vit smádreingir sótu og hugdu eftir einum youtube video í einum gomlum rustaðum fóðurflaka niðri á víkum – tað vænti eg ikki. Og hvat nú um Pápi mín ikki fortaldi søgur men tendraði ein ipad.
Ein av náttúrperlunum í Føroyum er úti í lónni í Saksun. Sjáldsamt og vakurt. Bæði litir og ljóð. Og mong eru tey í Føroyum, sum hava spor í sínu tilvitsku av náttúruni júst har. Tað hevur politiski myndugleikin í Føroyum so avgjørt nú, við at lata standa til í allari portursorrustuni, at tað ikki skal vera longur – uttan
at vit mugu gjalda fyri tað. Og tað ráðaloysi sum hevur valda á lendis, umhvørvis og friðingarøkinum í Føroyum alt mítt vaksna lív er ikki nakað vit í Føroyum kunnu vera errin av tíverri.
Allan hendan grundleggjandi og týðandi partin av tí sum vit flagga fyri í dag. Náttúran hjá okkum og rætturin hjá okkum øllum í Føroyum at kunna sita eina summarnátt í lónni í Saksun ella á Heiðavatni og lata løtuna brenna seg inn í okkara samleika. Hetta eru ikki virði, sum síggjast á fíggjarlógini í nakran serligan mun gamaní ? Men virðini eru stór og óerstattelig.
Merkið, sum boðar frá onkrum um okkum, og hvat er so tað ? og hvat vilja vit hava tað at vera. Um øll okkara egnu sansafiltur skulu skiftast út við facebook og instagramfiltur kundu vit akkurát tað sama flagga við einum facebookflaggi og um vit eldru ikki taka ta ábyrgdina á okkara herðar, at lata tey veruligu virðini í okkara mentan, søgu, lendi, landi og náttúru til okkara børn bæði heima við hús og í skúlaskapi atgongilig har sum tey ungu eru so missir merkið sítt virði og endar uttan innihald.
Vakurt gamaní – men uttan eitt veruligt innihald, sum eigur at vera hendan felagskenslan vit kunnu vera errin av og bjóða øllum heiminum vælkomnan í samstundis sum vit ansa eftir øllum tí sum skapti hana.
Góðan flaggdag øll somul