Uppskot um flyting av minnisvarða er við hesum sent til almenna hoyring. Gjørt verður vart við, at freistin at gera viðmerkingar til málið er 1. juli 2022. Møguligar viðmerkingar kunnu stílast til vestmanna@vestmanna.fo.
Í november 2019 sendi kirkjuráðið kommununi fyrispurning um at taka støðu til uppskotið at flyta minnisvarðan. Í 2005 viðgjørdi bygdarráðið líknandi uppskot. Tá fekk tað ikki undirtøku.
Vestmanna Bygdarráð hevur samtykt at hava borgarafund um fyrispurningin.
Skriv frá Kirkjuráðnum:
Almennur borgarafundur var hóskvøldið í síðstu viku. 2. juni 2022. Á fundinum vóru deildar meiningar um, annaðhvørt tað er rætt at flyta minnisvarðan ella ikki. Góðar grundgevingar vóru bæði fyri og ímóti at flyta.
Í ferðavinnu høpi kundi minnisvarðin komið til sín rætt, nú stór ferðamannskip vitja og hópur av ferðafólkum verða víst runt í bygdini, um hann stóð niðri við sjóvarmálan og var meira sjónligur og lættari atkomuligur.
Í øðrum londum vísa tey fram minnisvarðar yvir falnar hermenn og krígshetjur. Okkara falnu hetjur eru tey nøvn, sum skuldu staði við minnisvarðan.
Kirkjuráðið vil mæla til at minnisvarðin verður fluttur oman í fjøruna og at øki verður fríðkað sambært uppskotinum hjá EyA, arkitektum.
Á borgarafundinum tann 2. juni hevði Eyðun Eliasen, arkitektur, framløgu um uppskotið, ið varð ment í felag við Vestmanna kirkjuráðið.
Framløgan hjá EyA, arkitektar sæst herundir.