TIL VELJARAR TIL FÓLKATINGSVALIÐ 31. OKTOBUR 2022 Í VESTMANNA KOMMUNU
Atkvøðugreiðslan fer fram mánadagin 31. oktober, í ítróttarhøllini.
Atkvøðutíðin er millum kl. 09.00 og kl. 20.00 og heldur fram, so leingi veljarar møta uttan steðg.
Tey, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima, til og við fríggjadagin 28. oktobur 2022, men mugu boða Kommunuskrivstovuni frá hesum, á tlf. 770 100, í seinasta lagi kl. 12.00 henda dagin.
Brævatkvøða
Veljarar, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á Kommunuskrivstovuni, til og við fríggjadagin 28. oktobur 2022 kl. 15:00.
Valkort
Gjørt verður kunnugt, at valkort verða send øllum veljarum, ið standa á vallistanum.
Veljari, sum ikki fær valkort, ella fær valkort við villum í, eigur at venda sær til Kommunuskrivstovuna sum skjótast.