Tað var ymiskt, hvussu ansingarstovnarnir hjá Vestmanna Kommunu vórðu raktir av verkfallinum hjá Føroya Arbeiðarafelag herfyri.
Gjáarlon og Látipípan, sum vanliga húsa vøggustovubørnunum og teimum yngstu barnagarðsbørnunum, lótu aftur í tríggjar vikur. Frítíðaransingin og skúlabólkurin vórðu ikki rakt av verkfallinum.
Í gjár, tann 4. juli 2024, samtykti bygdarráðið við 2. viðgerð eina eykajáttan á kr. 60.000 til endurgjald fyri væntandi barnaansing.
Endurgjaldið verður útgoldið í dag.
Foreldur fáa tískil endurgjald fyri tær tríggjar vikurnar, verkfallið varð.
Skipanin hjá Vestmanna Kommunu viðv. ansingargjaldi er, at foreldur bert rinda fyri yngsta barnið. Hetta merkir, at tey, sum høvdu børn í ansing undir verkfallinum, framvegis gjalda fyri tænastuna.
DØMI:
Familja við tveimum børnum – har barn 1 er í barnagarði og barn 2 er í frítíðaransing.
Undir vanligum umstøðum, skal hendan familjan mánaðarliga rinda:
Barn 1: 1800 kr. um mánaðin
Barn 2: ókeypis vegna systkinaavsláttur
Tilsamans 1800 kr.
Undir verkfallinum skal sama familja rinda:
Barn 1: 1800 kr. x 0,25 = 450 kr. (bert gjald fyri eina av fýra vikum í mánaðinum).
Barn 2: 1100 kr. x 0,75 = 825 kr. (tí undir verkfallinum er hetta yngsta barn í ansing).
Tilsamans 1275 kr. fyri mánaðin.
Tvs. at um hendan familjan hevur goldið 1800 kr., fáa tey 525 kr. endurgoldið.