Fríggjadagin spenna fyritøkurnar Inni á Fjørð seg út og skipa fyri ymiskum spennandi tiltøkum.
G.G. Tvey tiltøk er løgd aftrat, síðan skráin varð borin út til hvørt húsarhald í Vestmanna og á Válinum.
- Matstovukonsert á Fjørukrónni
- Minesto luttekur saman við SEV
Nærri fráðgreiðingar eru í skránni niðast í skrivinum.
09:00 – 21:00 | FJØRUKRÒGVIN |
Vit hava opið allan dagin. Tú fær 50% í avsláttri um tú vitjar søgusavnið hendan dag. |
15:00 – 17:00 | MIÐNÁM |
Høvi verður at síggja egnu kyknur og aðrar í mikroskopi. Eisini ber til at síggja ymisk føroysk skordjór í mikroskopi. |
15:00 – 18:00 | VEST PACK |
Høvi verður at síggja myndir og annað av plastframleiðsluni í Vestmanna. Hoppiborg verður til børnini. |
15:30 – 17:00 | SEV |
Eitt træ verður plantað við nýggju koblingarstøðina Opið hús verður á Fossáverkinum og framsýning á takinum á koblingsstøðini NÝTT – Minesto fara m.a. at hava okkurt fyri børnini, og samstundis ber til at tosa við umboð fyri Minesto um verkætlanina í Vestmannasundi. |
17:00 – | FAER ISLES DISTILLERY |
Møguleiki er fyri at royna fleiri enn 50 sløg av single malt whiskey. |
17:00 – | MIÐNÁM |
Biografur, tombola o.a. |
18:00 – | MAGN & ESSAN |
Smyrjibreyðsbakkar og kryddað høsnarungasuppa vera til sølu. |
20:00 – 21:00 | FJØRUKRÒGVIN |
NÝTT – Nú fær tú møguleikan at njóta eina máltíð saman við vøkrum og fevnandi tónum frá Lív Næs og Tróndi Enni. |
21:00 – 22:00 | VESTMANNA CAMPING |
Konsert við Sámali Ravnsfjall |
22:00 | FAER ISLES DISTILLERY |
Konsert við Guðrun Sólju & Janus Kampmann. |
Tvær listaframsýningar hava opið
- Listaframsýning við Herit Magnussen í handlinum hjá Elsu og Sigurd á Ovara vegi 3
- Kafe og listaframsýning við listafólki úr Vestmanna í skóhandlinum hjá Nicolinu á Bakkavegi 4