Sum flest øll hava lagt til merkis, so hevur verið arbeitt á økinum, har Geilin stóð. Leingi er tað, ið væl skal vera, verður sagt, og leingi hevur verið tosað um, hvat økið skuldi brúkast til. Avgerð varð tikin um at brúka økið til eitt samansett frítíðar- og útivenjingarøki. Hetta arbeiðið er nú um at vera liðugt – manglar bert at rudda og hampa – og fyrsta dagin kann økið takast í nýtslu.
Foreldur við børnum og/ella ommur og abbar við ommu- og abbabørnum kunnu hugna sær á økinum, samstundis sum ítróttarfólk kunnu venja. Fólk, sum eru til gongu ella renna sær ein túr, kunnu steðga á í Geilini og venja við teimum amboðum, sum har eru.
Vestmanna Kommuna vónar, at tikið verður væl ímóti økinum.
Tað er Prull v/ Jógvan Rasmussen sum hevur staðið fyri at gera økið.