Hesar seinastu dagarnar er fleiri smittutilburðir staðfestir millum børnini í frítíðarstovuni. Í samráð við landslæknan steingja vit frítíðarstovuna frá í dag tann 22. november 2021 og 10 dagar fram. Børnini eru vælkomin aftur í frítíðarstovuna tann 3. desember 2021, eftir at tey hava negativa kanning.
Foreldrini skulu fylgja boðunum frá skúlanum um kanningar og sóttarhald.
Hava tit spurningar viðv. frítíðarstovuni, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Morten Hust Petersen, á tlf. 770 130.