Í dag byrjar Gabriel Sebastian Apetrei í starvið, sum ungdómsleiðari, hjá Vestmanna kommunu. Gabriel fer beinanvegin til verka og leggur ætlan fyri eina nýggja tíð, fyri ungdómshúsið Staðið.
Staðið skal verða ein klekingardepil fyri tey ungu í Vestmanna.
Gabriel er uppvaksin í Vestmanna og var sjálvur tannáringur, tá ið Staðið varð stovnsett.
“Tá ið Staðið varð stovnsett, við Paula Magnussen á odda, var eg sjálvur tannáringur. Hendan tíðin var serstøk og hevur verið við til at ment meg sum menniskja. Eg ynskji at føra tann arvin víðari, og at byggja víðari uppá alt tað góða arbeiðið hjá mínum undangongumanni.”
Mentan sum klekingaramboð!
Ungdómshúsið skal mennast, sum eitt ungmannatorg, har ung møta føroysku nýmentanini saman – og verða við til at bera hana víðari.
Meiri mentan tey ungu verða møtt við – betur eru tey ílatin til framtíðina!
Gabriel gleðir seg til at fara til verka, í tøttum samstarvi við tey ungu, ið vera við til at seta dagskránna.