Dagstovnaøkið í Vestmanna skipar hvørt ár fyri einum garðdegi, har ymiskar ábøtur o.a. verður gjørt uttandura. Udanfarna ár var hesin dagurin avlýstur vegna veður.
Í ár høvdu starvsfólk saman við leiðlsu sett garðdagin, at vera fríggjadagin 16. juni. Ein ynskilisti av uppgávum varð hongdur upp á øllum stovunum í Gjáarlon, har foreldur kundu skriva seg á, hvørja uppgávu tey vildu hjálpa til við á degnum.
Á ynskilistanum stóð millum annað, at bálsmáttan skuldi smyrjast, grava hol til tampolin, seta trampolinina saman, skifta klædning á einum spælihúsi, koyra nýggjan sand í sandkassarnar, lúka runt um trø og nógv annað. Eisini var ynskiliti um, at onkur hevði kaku og frukt við.
Tað má sigast, at í ár var veðrið við teimum. Tí fríggjadagin 16. juni var av allar fagrasta veðrið at hava garðdag í. Nógv vóru møtt fyri at hjálpa til. Børn, foreldur og stravsfólk hugnaðu sær óført og fingu nógv burtúr, hósat tað bert vóru settir 2 tímar av. Alt í alt ein væl eyðnaður dagur.
Nakrar myndir frá degnum kunnu síggjast her.