Gongutúrur niðan á Krosstúgvu.
Leygardagin 23. mars kl. 20:30 er tími jarðarinnar. Í hesum sambandi skipar Vestmanna kommuna fyri einum gongutúrið niðan á Krosstúgvu við Niels T. Pedersen sum ferðaleiðara.
Byrjað verður við maskinhøllina kl. 20:00. Á Krosstúgvu verður steðgað á og eygleitt, meðan ljósini verða sløkt kl. 20:30. Síðan verður gingið til Harusetrið har boðið verður inn til kaffi/te og okkurt gott afturvið. Eisini verður okkurt til børnini.
Heitt verður á gongufólkið um at hava egnan kopp við og minnast til at hava góðar skógvar at ganga í.
Undir túrinum fara vit at savna rusk.
Ruskið verður síðan endurnýtt til list, sum verður skapt av ungum, ið eru knýtt at listaverkstovunum í ungdómshúsinum Staðið. Hetta átakið leggur dent á týdningin av umhvørvisvernd og endurnýtslu. Vit lata tey ungu brúka teirra kreativitet til at skapa list úr tilfari, sum annars hevði verið mett sum burturkast. Soleiðis verður ein brúgv bygd millum umhvørvisábyrgd og listarliga úttrykkið, og gevur ungum møguleika at vísa fram teirra førleikar og taka lut í at gera ein mun fyri teirra nærumhvørvi.
Vestmanna kommuna fer frameftir at leggja dent á at menna eitt grønari umhvørvi, við at seta tiltøk í verk, sum fremja endurnýtslu og nýtslu av grønum orkukeldum. Vit miða eftir at binda saman ymiskar aldursbólkar, frá teimum eldri til teir yngru, við at bjóða út felagsaktivitetir, ið eggja til ein meira umhvørvisvinarligan lívsstíl og vekja áhuga fyri umhvørvisvernd tvørturum ættarlið.
Nærri kunning um Earth Hour er her: https://www.earthhour.org