Boða verður frá, at í samband við arbeiðið at leggja fiburnet, er ólag á gøtuljósskipanini á Rógvuvegi.
Arbeitt verður við at loysa trupulleikan.
Fiburnet til Vestmanna
Fipur er nútímans tøkni, sum gevur skjótt og álítandi breiðband gjøgnum ljósleiðarafiprar á stødd við menniskjahár.
Fipurkaðalin er fáar millimetrar í tvørmáti og liggur vardur í sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar í tvørmáti, og sum verður løgd inn til hvørt hús.
Bæði rørleiðing og fipurkaðal verða løgd í jørðina, og arbeiðið krevur, at veitir verða grivnar og fresaðar í vegir, tún og onnur øki, samstundis sum fipurútgerð skal setast upp í hvørjum húsarhaldi.