Guðrið Hansdóttir er føroyskur sangari og sangskrivari, sum hevur verið virkin á føroyska og altjóða tónleikapallinum í nærum 20 ár.
Eftir at seinasta útgávan “Painted Fire” kom út, hevur ikki verið so nógv at hoyrt, til songkvinnuna. Í ár er hon komin sterkt aftur við eini nýggjari útgávu, við heitinum “Gult myrkur”.
Í Silkienni fer Guðrið at spæla løg av nýggju útgávuni umframt eldri tilfar. Við sær á palli hevur hon Katrinu Olsen, Ari Johannesen, Karl Andrias Stórá og Hjørtur Háberg.
Nýggja útgávan er eitt samstarv við yrkjaran Lív Mariu Róadóttir Jæger, sum hevur skrivað allar tekstirnar, sum eru á føroyskum. Útgávan varð tikin upp í Studio Bloch og í E7 studio í Reykjavík í 2021 og eru tað Mikael Blak, Janus Rasmussen og Sakaris Emil Joensen, sum hava framleitt útgávuna. Tróndur Bogason gjørdi streingja og kórútsetingar og fleiri gestasangarar og tónleikarar eru við á útgávuni m.a Eivør Pálsdóttir, Hans Marius Ziska, Greta Svabo Bech, Benjamin Petersen, KATA, Fróði Hansen og Bjarki Hansen.
Tónleikurin hjá Guðrið er ein blanding av pop/folk og minimalistiskum elektroniskum tónleiki.
Konsertin er ókeypis.
Silkienni – leygardagin 10. september kl. 20:00
Guðrið Hansddóttir: sang, akustiskan guitar
Katrina Olsen: kór, saksofon, keyboard
Ari Johannesen: el.guitar
Karl Andrias Stórá: bass
Hjørtur Háberg: trummur