Nú kanst tú bóka hallir og hølir í Vestmanna skúla umvegis hallarskipanina vestmanna.hallir.com
Vestmanna kommuna hevur fleiri hølir, ið borgarar og felagsskapir kunnu leiga.
Hallarskipnain er royndarkoyrd í eina tíð og fyri at lætta um hjá borgarunum at bóka og fáa yvirlit yvir tøkar tíðir, hevur kommunan tikið hallarskipanina vestmanna.hallir.com í brúk.
Endamálið er at tryggja, at hølini verða nýtt so munagott og skynsamt sum gjørligt og styðjar upp undir eitt virkið frítíðar- og ítróttavirksemi í kommununi.
Áðrenn tú bókar, kanst tú lesa reglurnar fyri leigu og nýtslu av høllini og hølum annars hjá Vestmanna kommunu. Í reglunum kanst tú eisini kunna teg um, hvussu tillutanin av føstum hallartímum verða raðfestir.
Les reglugerðina fyri leigu av hølum HER
Gev gætur, at hølir skulu bíleggjast í síðsta lagi kl. 12:00 dagin fyri, ella í seinasta lagi kl. 12:00 fríggjadag, um tey skulu brúkast í vikuskiftinum.
Víst verður til kommunuskrivstovuna um tú ynskir at leiga onnur hølir enn tey sum eru skrásett í hallarskipanini.