Hóast eingin børn vóru á dagstovninum Gjáarlon undir verkfallinum, sum var fyri nøkrum vikum síðani, so hava tey góðu og dugnaligu starvsfólkini ikki sitið hendur í favn.
Starvsfólkini hava tikið teirra skapandi evnir fram og fríðkað um stovurnar. Tey hava málað, klipt, límað og flutt runt uppá ymsar møblar, fyri at gera tað betur fyri børnini. Hetta er arbeiði, sum ikki er tíð til í gerandisdegnum, og sum hevur stóran týdning fyri trivnaðin og samanhaldið hjá starvsfólkahópinum.