Eftir heystfrítíðina verður byrjað at spæla heilsufótbólt í Vestmanna. Petra Eystberg er fyriskipari.
Heilsufótbóltur er fyri kvinnur og menn 60 ár og eldri, øll kunnu vera við. Roynd, sum óroynd.
Vant verður tvær ferð um vikuna í 12 vikur. Møguleiki er fyri at fáa gjørt eina heilsukanning við fyrstu og seinastu venjing.
Byrjað verður mánadagin 16. oktobur á skúlaplenuni. Venjingartíðir:
Mánadag 16.30 – 17.30
Mikudag 16.30 – 17.30
Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til vestmanna@vestmanna.fo ella ringja á tlf. 770 100 og upplýsa navn, føðingardag og telefonnummar.
Hvat er heilsufótbóltur
Heilsufótbóltur er ikki nakað nýtt fyribrigdi, men hevur ikki áður verið beinleiðis málrættaður til henda aldursbólk. Tað, sum eyðkennir heilsufótbólt, er, at spælt verður á smærri økjum og í minni bólkum. Tað er sostatt ein øðrvísi háttur at spæla fótbólt, og leggur veruliga upp til, at øll kunnu vera við – roynd, sum óroynd.
Vónandi verður tikið væl ímóti hesum.