Í dag eru 10 ár liðin, síðan heimið á Grønanesi lat upp. Í hesum sambandi varð skipað fyri hugnaløtu fyri búðfólkum, avvarandi og starvsfólkum.
Bjørg á Rógvi, borgartsjóri helt røðu, sum kann lesast her.
Eg skal vegna Vestmanna kommunu ynskja tykkum øllum – bæði starvsfólki, leiðara og búfólki hjartaliga tillukku við runda degnum. At hátíðarhalda 10 ára dagin, hevði yvaleyst virkað eitt sindur “yvirdrivið”, um talan varð um eitt vanligt heim, men síðani Heimið á Grønanesi lat upp, hevur hesin bygningur verið heim hjá fleiri enn 65 fólkum og karmur um meira enn 270 umlættingar.
Tað eru tit, ið starvast her, sum hava umskapt hendan stásiliga bygningin til eitt trygt og fjálgt heim. Vóru tit ikki her, var onki heim, og vil eg sammeta tað við, tá ið eg sjálv var barn – var mamma ikki inni, so var ongin inni – var hon inni, vistu vit, at heimið var í góðum hondum og fóru trygg út aftur at spæla.
Heimið á Grønanesi er so einastandandi fjálgt og hugnaligt, bæði litsamansetingin í lonunum og samspælið við innbúgvið frá eini farnari tíð, sum er flættað inn í tað nýggja – í allar mátar eitt praktfult heim.
Eg síggi upp til tykkum øll, sum starvast her. Ár eftir ár taka tit ímóti búfólki, hjálpa teimum at finna seg til rættis, eru um tey, eisini tá tey leingjast heimaftur – í allar mátar vísa tit teimum umsorgan og kærleika. Ferð eftir ferð siga tit teimum farvæl, sum tit eru blivin góð við, og hvørs lívsskeið er runnið.
Eisini er neyðugt hjá tykkum, sum starvast her, at verða dagførd um farnar tíðir, fyri at kunna samskifta og skilja tey búfólk, hvørs minnið er viknað – ella sum Kirkegård tekur til: “Livet forstås baglæns men må leves forlæns”.
Sambýlið í Miðalsbekku bleiv niðurlagt um somu tíð, sum Heimið á Grønanesi lat upp, og tað sigst, at búfólkini á Sambýlinum – sum vóru 7 í tali – stuttleikaðu sær óført, og prátaðu um hvussu nú alt hettar nýggja mundi fara at verða, onkur hevði á orði, at kanska bleiv neyðugt at taka tráðu við oman – eitt av búfólkunum skemtaði við, at hann bað til VárHarra at alt bleiv nýtt á nýggja heiminum, eisini tær “gomlu konurnar” sum arbeiddu á Sambýlinum.
Men Gud havi lov, fylgdu tær allar við oman á Grønanes, og er tað – sambært táverandi leiðaranum – teimum fyri at takka, at skiftið gekk so smidligt, tí umframt eina øking í búplássum frá 7 til 24, so byrjaðu fleiri nýggj starvsfólk samstundis á nýggja Heiminum.
Tann 6. desember 2012 fluttu tey fyrstu nýggju fólkini inn á Heimið á Grønanesi. Fleiri teirra høvdu havt búðpláss á Mørkini. Tríggjar vikur seinni búðleikaðust 17 fólk á Heiminum, og varð Mia Pedersen leiðari frá byrjan, til hon fyrr í ár valdi at siga leiðarastarvið frá sær. Takk fyri tíðina Mia og títt stóra íkast.
Tað sum eg nú fari at siga, eru nakrar av mínum egnu hugleiðingum og tankum.
Eg var so heppin at gerast vitjunarvinur her á heiminum í fjør, og vóru tað nógvar ótrúliga góðar og gevandi løtur. At vera vitni til, hvat goymir seg í skattakamarinum hjá teimum, hvørs minni sýnist at verða farið í gloymskunnar hav – er so rørandi og undranarvert. Vit bakaðu bollar, sungu sálmar – tey uttanat eg við sálmabók – og vit kvøddu: Nú gerast kvøldini myrk og long . Yndissálmurin hjá teimum flestu var kvøldarsálmurin: Nú dagurin at enda er, tá sungu nærum øll við. Mær untist at halda jólaaftan saman við búfólkunum seinastu jól, og varð tað eitt so sera hugnaligt og minniligt kvøld. Í januar mánaða í ár gjørdust vit sjálvi avvarandi á Heiminum og løturnar saman við hinum búfólkunum fækkaðust.
Eg havi mangan hugsað: “ Gud viti hvussu støðan verður, um eg ein dag havi tørv á at flyta inn á eitt heim, hvat við starvsfólki, munnu tey framvegis finnast tá? men tá eg síggi hesar ungu genturnar, sum seinastu tíðina eru lagstar afturat starvsfólkahópinum, er als onki at stúra fyri – tað er fantastiskt at síggja, hvussu fittar og fevnandi tær eru.
Útbúgving og fakligheit er neyðug – lat ongan sum helst iva verða um tað – men vit eiga at frøðast um, at tað framvegis føðast menniskju, hvørs hjarta bankar fyri at starvast innan umsorgan og røkt – allarhelst er tað ein viðføddur eginleiki, sum vit hvørki kunna læra ella lesa okkum til.
Fyri stuttum lat Dagdvølja upp her á heiminum. Hettar er ein sólskinssøga og dagliga koma afturmeldingarnar frá avvarandi sum eru so æviga takksom fyri nýggja tilboðið.
Dagdvøljan er eitt neyðugt tilboð til teirra sum framvegis búgva heima, men sum kenna seg einsamøll ella hava aðrar avbjóðingar at stríðast við. Tað at kunna verða saman við øðrum, er so gott og gevandi og óivað eisini viðvirkandi til, at hesi fólkini longur megna at búgva í egnum heimi – tað er jú ynskidreymurin hjá okkum øllum.
Fari við hesum fáu orðum enn einaferð at ynskja tykkum øllum hjartaliga tillukku við 10 ára degnum og blíðan byr víðari á leiðini.
Bjørg á Rógvi,
Borgartsjóri