SØK UM MENTANARSTUÐUL
Vestmanna kommuna setir á hvørjum ári pening av til mentanarstuðul.
Endamálið við mentanarstuðlinum er at stuðla verkætlanum, tiltøkum og átøkum, ið ríka og menna mentanarlívið í kommununi.
Fíggjarnevndin kann stuðla við peningaupphædd, upp til 10.000 kr., til mentanarlig endamál, um mett verður, at hetta er gagnligt og/ella áhugavert fyri Vestmanna kommunu og borgararnar í kommununi.
Fíggjarnevndin hevur eisini møguleika at stuðla við eini størri peningaupphædd, eitt nú tá skipað verður fyri alment gagnligum tiltøkum, kappingum, ítróttar-, summar-, ella líknandi stevnum í kommununi. Umsóknin skal tá viðgerast bæði í Fíggjarnevndini og í Bygdarráðnum.
Vestmanna Kommuna hevur stuðla Summartónar, Mikrofonin, Bátastevnuna, Seyðasýning og mangt annað.
Ynskir tú at søkja um mentanarstuðul, kanst tú senda kommununi eina umsókn her.
Leiðreglur fyri mentanarstuðul kunnu lesast her.
Praktisk kunning
- Umsóknir verða viðgjørdar leypandi, á fundum hjá Fíggjarnevndini.
- Umsóknin skal hava eina fíggjarætlan.
- Umsóknir um stuðul skulu verða kommununi í hendi í góðari tíð, innan peningurin skal nýtast.