Upprunaliga var ætlanin við hølunum undir Læknamiðstøðini, at tey skuldu brúkast til matarsal hjá skúlanum, men tá plásstrot varð á dagstovnaøkinum, fekk frítíðarstovan innivist í hølunum. Bygdarráðið arbeiðir við eini heildarætlan um at dagføra Vestmanna skúla og høll, og fevnir ætlanini eisini um eina loysn at fáa matarsal í skúlan.
Fleiri enn 50 børn úr 1. til og við 3. flokki hava sína dagligu gongd í frítíðarstovuni, og hava hølini higartil eisini verið útleigað til veitslur. Hølini hava verið umbiðin og nýtt til veitslur og onnur tiltøk eini fimm ferðir um árið, í miðal.
Á bygdaráðsfundi tann 23. novembur 2022 varð einmælt samtykt, at hølini framyvir verða brúkt sum frítíðarstova burturav. Hetta viðførir, at hølini kunnu innrættast soleiðis, at menningin og trivnaðurin hjá børnunum verður í hásæti. Hetta fegnast bæði starvsfólk, børn og foreldur um.
Kommunan hevur onnur hølir at leiga út og vísir samstundis á, at aðrir felagsskapir og privatar fyritøkur í bygdini eisini leiga hølir út.
Leiga høli – Vestmanna kommuna